Persóndátupolitikkur

Vit vilja verja um títt privatlív og tínar persónsupplýsingar. Tí hava vit gjørt ein persónsdátupolitikk, so tú kennir tíni rættindi til verju av persónsupplýsingum og veitst hvussu vit innheinta, brúka, almannagerða, flyta og goyma tínar persónsupplýsingar

Hugtøk í hesum politikki.

“Vit”, “okkara” ella “okkum” vísir til Reyta ÍVF, Kristiansgøta 41, 188 Hoyvík, sum tann ábyrgdaða fyritøkan sum viðgerð tínar persónsupplýsingar. “Websíða” ella “pallur” vísir til heimasíðu og aðrar applikationir hjá Reyta. “Reyting” ella “Reytingar” vísir til at geva skoðsmál og/ella skriva ummæli

Triðjapartswebsíður

Okkara pallur inniheldur leinkjur til aðrar heimasíður, tó uttan at vit kunnu ábyrgdast fyri tær ella fyri innihaldi á teimum síðunum. Vit vilja tí mæla til, at tú gjøgnumgongur persónsdatapolitikkin á hesum triðjapartssíðum, tá teirrra mannagongd fyri innheintan, handfaring og viðgerð av persónsupplýsingum kunnu verða øðrvísi enn okkara.

Tær reytingar tú stovnar á Reyta, verða sjónlig fyri øllum, sum vitja okkara pall. Vitjandi kunnu eisini síggja upplýsingar um teg, umframt hvørjar reytingar tú hevur skrivað. Og tilsvarandi um tú ert ein virkisbrúkari og svarar einari reyting av tínum virki, vil svarið verða sjónligt á okkara palli. Tað er tó ikki neyðturviliga allar upplýsingar, sum tú knýtir at tínum vanga og tað brúkaranavn tú velur, sum eru duld.

Persónsupplýsingar vit innheinta

Persónsupplýsingar eru allir teir upplýsingar, ið kunnu nýtast til at eyðmerkja ein persón. Tá ið tú stovnar eina brúkarakontu hjá Reyta, skriva eina reyting, stovnar eina virkiskontu, vegna eitt virki ella á annan hátt brúkar okkara pall, kunnu vit innheinta og viðgerða hesar upplýsingar um teg.

Kontaktupplýsingar: Navn og teldupostbústað. Upplýsingar um tína eind og plasering: Tín IP-adressa, tínar kagastillingar (hvønn kaga tú brúkar, málið í kaganum og tín tíðarsona) og tín plasering. Upplýsingar um tína brúkarakontu: Brúkaranavn og loyniorð. Upplýsingar um tína virkiskontu: Virkisnavn, loyniorð, domeni, umframt aðrar umráðandi upplýsinigar, tú velur at leggja afturat tínum virkisprofili eins og smálutir um tænastur títt virki veitir. Nýtslu og profilupplýsingar: tín leitihistorik á Reyta, hvussu tú hevur samskift við okkara pall, herundir hvussu nógva tíð tú brúkar uppá okkara síðu, hvørjar tænastur tú hevur brúkt og hvørjar leinkjur tú hevur trýst á.

Upplýsingar um reytingar, herundir:

  • Hvat virki tú hevur reyta
  • Hvat slag av reyting tú hevur stovna
  • Innihaldi í tíni reyting og tín meting í stjørnum
  • Plaseringin hjá reytaða virkinum
  • Dagfestingin, tú skrivaði, broytti ella strikaði reytingina
  • Títt tilvísingarnummar, ordranummar ella líknandi (um tú ella virki hava nevnt eitt)
  • Um tú verður biðin um at uppgeva fleiri upplýsingar ella senda okkum skjalprógv fyri tína uppliving, innheinta og brúka vit skjalprógvi til tað/tey endamál sum eru nevnd í umbønini.
  • Upplýsingar um vísingar, likes og hvussu nýttug tín reyting var fyri øðrum: hvussu nógvir persónar lósu tína reyting og hvussu nógv halda at hon var nyttug. Vit innheinta eisini upplýsingar, um tú trýstir á “nyttug” í reytingini ein annar persónur hevur gjørt.
  • Upplýsingar um rapporteringar og svar uppá reytingar frá tíni virkiskontu: Títt navn, tínir virkisupplýsingar, teir upplýsingar, tú leggur afturat í einum svari til eina reyting, hvørja reyting tú fráboðaði, fráboðanarorsøkin, umframt fráboðanardagfestingin.
  • Upplýsing um stillingar: Stillingar knýttar at tíni kontu, herundir serlig samtykkir, tú hevur givið ella noktað at givið, tíðindabrøv ella líknandi teldupoststillingar og cookies, ið innihalda tínar stillingar.
  • Samskiftisupplýsingar: Umfatar samskifti vit móttaka frá tær, so sum reytingafráboðanir, afturmeldingar, supporthenvendilsir og fyrispurningar umvegis teldupost og øðrum elektroniskum samskiftisformum, umframt metadata knytt at hesum samskifti, eins og tíðarfesting og dagfesting.

Upplýsingar frá øðrum tænastum, herundir sosialir miðlar: tú kanst knýta tín Reyta profil við tínar SoMe-profilar, sum td. Facebook(“sosialt netverk”). Um tú gert tað, innheinta vit sjálvvirkandi útvaldar upplýsingar um teg frá tínum sosiala netverki, treytað av hvørjar upplýsingar tú hevur gjørt tøkar og tínir privatstillingar fyri deiling av slíkum upplýsingum um teg á tí sosiala netverkinum. Vit kunnu innheinta fylgjandi upplýsingar

  • Navn og/ella brúkaranavn
  • Teldubústaður
  • Profilmynd
  • Tíni sosialu sambond

Áðrenn tú knýtir tín Reyta-profil við ein SoMe vanga (T.d. facebook), verður tú kunnað/kunnaður um hvørjir upplýsingar vit innheinta frá tí ávísa SoMe veitaranum. Tú kanst altíð heita á Reyta ÍVF um at strika knýti millum hesar báðar vangarnir umvegis mail@reyta.fo. Hetta verður gjørt við at strika títt ID fyri tað sosiala netverki og bróta av/strika sambandi millum Reyta og tað sosiala netverki.

Vi mæla tær til ikki at deila viðkvom persónlig skjøl ella upplýsingar við okkum, so sum upplýsingar sum avdúkar tín etniska uppruna, trúgv ella heilsuupplýsingar.

Soleiðis innheinta vit persónsupplýsingar

Teir persónsupplýsingar, vit viðgerða, innheinta vit í høvuðsheitum frá tær, tá tú skrásetir tínir upplýsingar fyri at upprætta eina kontu hjá okkum ella samskiftir við okkara pall, td. við at skriva ella svara einari reyting.

Av og á móttaka vit upplýsingar um teg frá triðjapørtum. Um tú td. upprættar eina Reyta kontu umvegis Facebook, verður tín konta sjálvvirkandi fylt út við teimum upplýsingum, sum vit móttaka frá teimum. Tá eitt virki biðjur okkum senda eina reytingarinnbjóðing til tín, teirra vegna, geva tey okkum títt navn og tín teldubústað og eitt referansunummar, tað kann td. verða eitt ordranummar ella líknandi.

Vit fremja ella innheinta eisini sjálvvirkandi upplýsingar frá tínari teldu ella eind, tá tú brúkar okkara tænastur, td. tína IP-adressu og plasering ella upplýsingar um tína eind og kaga tú brúkar, tá tú vitjar Reyta.

Hvør kannar tínar persónsupplýsingar

Um tú hevur fingið innbjóðingar til at skriva reytingar á Reyta frá virkjum, ið brúka okkara tænastur ella frá okkum teirra vegna, er tað umtalaða virki sum hevur ábyrgdina fyri hesum innbjkóðingum og øllum persónsupplýsingum knyttar at teimum. Um tú hevur spurningar viðvíkjandi slíkum innbjóðingum ella um tú ynskir at nýta tíni rættindi í samband við upplýsingar brúkt í tí sambandinum, skalt tú seta teg í samband við umtalaða virki, tá tað ikki ber til hjá okkum at hjálpa tær.

Reyta ÍVF er dataábyrgdari, hvat viðvíkur øllum hinum persónsupplýsingunum í samband við okkara pall, so sum teir upplýsingar tú skrásetir tá tú upprættar eina kontu, skrivar eina reyting ella sendir inn eitt svar.

Hví og hvussu brúka vit tínar persónsupplýsingar

Vit brúka tínar persónsupplýsingar til at: Veita okkara tænastu til tín, herundir at vísa reytingar og geva tær atgongd til tína brúkarakontu og okkara pall, ella at geva tær atgongd til tína virkiskontu og okkara heimasíðu Eyðmerkja teg sum ein skrásettan brúkara, tá tú ritar inn á pallin og tá tú fer inn aftur á hann. Betra okkara pall og tænastur Svara tínum spurningum og veita eina góða kundatænastu Senda tær okkara tíðindabrøv Fremja innanhýsis forrætningsaktivitetir, so sum datagreiningar, grannskoðanir, yvirvaking og fyribyrging av misnýtslu, menning av nýggjum produktum og tænastum, betran ella broyting av okkara palli ella av okkara tænastum, eyðmerking av nýtslumynstrum, máting av effektivitetinum av okkara reklamukampanjum, umframt implementering og víðkan av okkara forrætningsaktivitetum. Menna okkara starvsfólk og til góðskutryggingar endamál, sum hjálpir okkum at betra góðskuna av okkara tænastum. Fremja ella yvirhalda okkara egnu lógarmessigu rættindi ella skyldur í samband við lógarmessig krøv ella um neyðugt samsvar, lógarmessig og grannskoðanarmessig endamál. Vit kunnu td. goyma upplýsingar, tá lógin krevur tað ella um ein dómur ella myndugleiki krevur tað. Um tú hevur eina brúkara kontu á Reyta, brúka vit eisini tínar persónsupplýsingar til at:

  • Váttað rættargildið av tínum reytingum
  • Bjóða tær til at skriva fleiri reytingar
  • Víðarisenda eini boð frá einum virki, sum tú hevur reyta, ella einum virki sum hevur bjóða tær at reyta eina tænastuppliving ella eitt produkt umvegis okkara pall.
  • Seta okkum í samband við teg, um tín reyting verður fráboða av einum virki ella einum øðrum brúkara og biðja teg senda skjalprógv fyri tínari reyting ella uppliving, um tað er neyðugt.
  • Kunna teg, tá aðrir brúkarir halda tín reyting var nyttug ella á annan hátt geva afturmelding uppá tína reyting.
  • Miðla tað sosialu deilifunkuna, herundir geva tær møguleika at knýta teg saman við limum av tínum netverki, sum bæði eru brúkarar av Reyta og av einum ella fleiri sosialum netverkum.
  • Vísa, hvørjir limir av tínum sosiala netverki eru brúkarir av Reyta, fyri at økja um álitið á reytingum og skapa eina betri brúkarauppliving á okkara palli.
  • Halda okkara treytir

Um tú hevur eina virkiskontu á Reyta, brúka vit eisini tínar persónsupplýsingar til at:

  • Senda fráboðanir um reytingar av tínum virki
  • Váttað rættargildið av tínum svarum uppá reytingar av tínum virki
  • Kunna teg um, tá ið brúkarar gera afturmeldingar í samband við tíni svar uppá reytingar ella fráboðanir av eini reyting av tínum virki.
  • Halda okkara treytir

Vit kunnu eisini brúka upplýsingarnar uppá aðrar mátar, sum vit sjálvandi eisini kunna teg um, tá vit innheinta teir. Vit hava tørv á at viðgerða tínar persónsupplýsingar fyri at: Uppfylla okkara sáttmála við teg ella títt virki Útinna og halda okkara egnu lógarmessigu rættindi og skyldur, umframt at reka ein pall til nettbornar reytingar í tráð við galdandi lóggávu Fylgja lógfestum forrætningsáhugamálum í samband við rakstturin av okkara heimasíðu og veitan av okkara tænastum til tín. Um vit viðgerða tínar persónsupplýsingar grundað á lógfest áhugamál, gera vit tað bara, um viðgerðin er viðkomandi, hóskandi og avmarkað til teir upplýsingar, sum eru neyðugar í samband við endamálið við innheintanini. Vit syrgja sjálvandi fyri at okkara lógfestu áhugamál ikki ávirka tíni persónligu rættindi ella frælsi á órættvísan hátt. Leggja fast, útinna ella verja tey lógarmessigu krøvini, um tað er neyðugt

Í teimum førunum, har tú hevur givið okkum títt samtykki til at viðgerða tínar persónsupplýsingar, td. tá tú meldar teg til okkara tíðindabræv ella játtar at vísa cookies á tíni eind, kanst tú til einhvørja tíð taka títt samtykki aftur, annahvørt við at brúka funkuna í tí viðkomandi produktinum ella seta teg í samband við okkum(sí “set teg í samband við okkum” niðanfyri). Tó skalt tú verða varug/varugur við, at vit møguliga hava rætt til at halda áfram við viðgerðini av tínum upplýsingum, um tað kann rættvísgerast í mun til omanfyristandandi rættargrundarlag. Tú hevur rætt til at gera innsigilsi ímóti tí háttinum við viðgerða tínar persónsupplýsiingar ella biðja okkum avmarkað viðgerðina. Tú finnur fleiri upplýsingar undir “Tíni rættindi”, niðanfyri. Hvør kann fáa atgond til tínar persónsupplýsingar

Tínar persónsupplýsingar á Reyta

Vit deila tínar reytingar á okkara palli, soleiðis at aðrir brúkarar kunnu lesa um tínar upplivingar við einum serstøkum virki. Tá tú skrivar eina reyting, kunnu aðrir brúkarar á okkara palli síggja títt brúkaranavn, tína plasering(land) og allar reytingar, ið tú hevur skrivað, umframt aðrar upplýsingar tú hevur valt at knýta at tínum almenna profili. Teir kunnu eisini síggja um, um aðrir brúkarar halda tínar reytingar vóru nyttugar. Minst til, at um tú brúkar títt rætta navn sum brúkaranavn, kann tað avdúka tín samleika. Vit mæla til at tú ert varðin við hvørjar upplýsingar tú ynskir at gera sjónligar á okkara palli og at tú ert varug/varugur við at tú møguliga ikki ert dulnevnd/ur treytað av slagi og vavinum av teim uppgivnu upplýsingunum.

Um tú knýtir tín Reyta profil saman við eeitt sosialt netverk, vilja upplýsingarnir, so sum tín profilmynd, navn, føðiár og tín plasering(toluliga beint), verða innheintaði frá tínum SoMe profili og nýtt til at eyðmerkja teg á okkara palli. Við fyrivarni fyri tínum privatlívsstillingum og vavi av upplýsingum, ið eru tøkar frá tí sosiala netverkinum, kunnu brúkarar av okkara palli nýta hesar upplýsingar til at eyðmerkja, hvørjar reytingar tú hevur skrivað. Um tú hevur valt at verða dulnevnd/ur við at brúka eitt dulnevni sum títt brúkaranavn, skal tú geva tær far um, at upplýsingar frá sosialum netverkum heilt ella lutvíst kunnu avdúka tín samleika og gera tað gjørligt at eyðmerkja, hvørjar reytingar tú hevur skrivað. Vit vísa tær, um tíni sambond ella vinir á teim sosialu miðlunum eisini eru knýtt við Reyta. Hesir upplýsingar eru bara sjónligir fyri tær. Aðrir Reyta brúkarir kunnu ikki síggja tíni sambond frá teim sosialu miðlunum.

Tínir persónsupplýsingar á Reyta, tá tú stovnar eina kontu tiil títt virki

Tá tú stovnar eina virkiskontu, vísa vit navni á virkinum, bústað, domeni og land, umframt aðrar upplýsingar tú hevur valt at knýta til almenna profilin hjá tínum virki. Vit mæla tær at hugsa teg væl um, hvørjar upplýsingar tú ynskir at almannakunngerða á síðuni og verða varug/ur við, at tú treytað av slagi og vavi av teim givnu upplýsingunum møguliga víðarigevur persónsupplýsingar. Aðrir upplýsingar, tú almannakunngerð á síðuni, herundir tíni svar uppá reytingar av tínum virki, eisini eru atkomiligar av øðrum brúkarum av síðuni.

Tínir persónsupplýsingar á tænastum, sum tú knýtir í tína brúkarakontu á Reyta

Um tú knýtir tína Reyta kontu við ein SoMe profil, vijla tínir upplýsingar og reytingar ella upplýsingar innheinta av okkum um tína nýtslu av okkara palli(td. tal av reytingum, tú hevur skrivað) verða deilt og víst í samband við tín profil á tí sosiala netverkinum og verða undirlagt persónsdatapolitikkinum hjá tí sosiala netverkinum. Tínir persónsupplýsingar verða deildir við aðrar tænastur, websíður og virkir. Eitt av høvuðsendamálunum hjá Reyta er at økja um útbreiðsluna og atkomuna av reytingum. Vit loyva tískil øðrum tænastum at vísa reytingar, sum eru gjørdar á okkara pallii, herundir ikki avmarkað til svarini virkini gera til reytigar gjørdar á síðuni. Hetta økir um møguliga móttakaraskaran og vitanina hjá øðrum forbrúkarum um Reyta og reytingarnar. Tær triðjapartstænasturnar og virkini, sum kunnu vísa tínar reytingar saman við tínum almenna brúkaraprofili (ella um tú hevur eina virkiskontu á Reyta, tíni svar til reytingar av tínum virki), eru:

  • Leitimaskinur, herundir Google og Bing
  • Virkir, sum tú hevur reyta á Reyta
  • Sosial netverk
  • Aðrir virkisportalar

Um tú skrivar eina reyting á Reyta, sum svar uppá eina innbjóðing, sum er sent av einum virki, umvegis okkara innbjóðingartænastu, kann fyritøkan knýta tína reyting til innbjóðingina Vit deila ikki skjalprógv, ið tú sendir okkum fyri at skjalprógva tínar uppliving við tað reytaða virki. Men um tú hevur eitt referansunummar, bíleggingarnummar ella líknandi, kunnu vit víðarigeva hetta til virki, uttan so at tú biðjur teg undan hesum. Um tú velur at uppgeva tínar upplýsingar, tá tú svarar einari reyting, sum tað reytaða virki hevur sent umvegis, við hjálp av funkuni, finn brúkara, vilja hesir upplýsingar verða deildir við tað reytaða virki. Hvussu leingi goyma vit tínar persónsupplýsingar

Vitt varveita bert tínar upplýsingar so leingi vit hava tørv á tí ella tí vit er lógarkravd til at gera hetta. Eftir hetta strika vit ella gera vit upplýingarnar navnaleysar, soleiðis at teir ikki kunnu nýtast til at eyðmerkja teg við. Vit viðgera upplýsingar ymiskt, alt eftir hvat teir verða brúktir til, men tú kanst strika tínar persónsupplýsingar ella biðja okkum gera tað fyri teg tiil einhvørja tí (les meiri undir “tíni rættindi” niðanfyri)

Vit varveita teir upplýsingar, tú hevur givið upp, herundir tínar reytingar, so leingi sum tú hevur eina Reyta kontu ella so leingi tað er neyðugt at veita okkara tænastur til tín. Um tú strikar tína brúkarakontu, goyma vit bert ein logfíl við fylgjandi upplýsingum: títt navn, tín teldubústað og tað dagfesting, tín konta bleiv strikað. Vit varðveita logfíluna í 3 ár. Allar aðrar upplýsingar, herundir tínar reytiingar, verða eisini strikaðar.

Sjálvt um tú strikar tína kontu, vilja vit í ávísum førum varveita ávísar upplýsingar (td. vitjanir á okkara palli) í einum navnaleysum ella rúgvaðir saman. Vit varveita persónsupplýsingar, ið vit móttaka frá virkjum, sum brúka tænastu okkara til at senda reytingainnbjóðing til tín.

Hvussu verja vit tínar upplýsingar

Verja av tínum persónsupplýsingum er okkara hægsta raðfesting. Vit brúka eina røð av organisatoriskum, tekniskum og fyrisitingarligum fyriskipanum til at verja tínar persónsupplýsingar í okkara organisatión og vit tryggja javnan okkara skipanir fyri veikleikum. Men tá alnótin ikki er eitt fulkomið trygt umhvørvið, kunnu vit ikki tryggja ella veðhalda fyri trygdini av teimum upplýsingunum, sum tú sendir til okkara. Teldupostar, sum verða sendir umvegis pallin, eru møguliga ikki bronglaðir og vi mæla tær til av hesi orsøk, ikki at knýta møguligar trúnaðarupplýsingar íi tínum teeldupostum til okkara.

Tú kanst lesa meiri um okkara trygdarmannagongdir og politikkir. Vit arbeiða støðugt uppá at betra okkara trygdarmannagongdir og í takt við at tað hendir, syrgja vit fyri at dagføra hesar upplýsningar.

Hvat er slóðkota?

Slóðkota er pettir av kotu (snippets), sum er lagt á websíðuna fyri at máta td. vitjanir og samskifti. Vit brúka slóðkotu til at finna út av hvussu tú samskiftir við okkara tænastur, tær lýsingar tú hyggur eftir og meiri generelt um hvussu tú brúkar okkara pall.

Í okkara cookie politikki finnur tú fleiri upplýsingar og smálutir um hvørjar cookies og líknandi tøknir vit brúka.

Tíni rættindi

Um tú hevur eina brúkara kontu á Reyta, kanst tú til einhvørja tíð broyta og strika tínar brúkaraupplýsingar, sum eru knýttir at tínari vangamynd, við at rita inn á tína kontu. Tú kanst eisini stýra tínum haldi og tínum marknaðarførðslu stillingum.

Tú hevur eisini rættindi í mun till teir persónsupplýsingar, sum vit goyma um teg. Í nøkrum førum kunnu hesi rættindi verða avmarkaði td. um við at ganga tíni umbøn á møti, vit avdúka persónsupplýsingar um ein annan persón ella um tú biðjur okkum strika upplýsingar, sum vit eru lógarkravd ella hava eina vælgrundaða og lógligan áhuga í at goyma. Um tú ikki fært loyst tínar avbjóðingar, hevur tú rætt til at klaga til Dataeftirlitið. Tú kanst lesa meiri um hvussu tú gert, her (leinkja til vegleiðing ella strikast)

Fá atgongd til og downloada tínar persónsupplýsingar

Um tú hevur eina brúkarakontu á Reyta, kanst tú rita inn fyri at síggja og downloada tínar upplýsingar relatera til tína kontu, herundir tínar reytingar. Tú kanst lesa meiri um hvussu tú gert, her (leinkja til vegleiðing ella strikast) Hevur tú eina virkiskontu á Reyta ella eisini um tú ikki hevur eina, kanst tú senda ein teldupost til mail@reyta.fo og umbiðja upplýsingar um tínir persónsupplýsingar.

Rætting og striking av tínum persónsupplýsingar

Um nakrir av teim persónsupplýsingum vit hava um teg eru skeivir ella villeiðandi, um tínir persónsupplýsingar broyta seg ella um tú ikki longur ynskir at verða sjónlig/ur á okkara palli, kanst tú rætta, tillaga ella strika upplýsingarnar sjálvur umvegis tína brúkarakontu. Tú ert eisini vælkomin at senda ein teldupost til mail@reyta.fo og biðja um at fáa tínar upplýsingar rættaðar ella strikaðar. Um tín brúkarakonta verður strika, blíva allar tínar reytingar og aðrar upplýsingar knýttir til hana eisini strikaðar.

Onnur rættindi

Umframt tey omanfyri nevndu rættindi viðvíkjandi tínum persónsupplýsingum, hevur tú eisini rætt til at gera átala/mótmæla ímóti viðgerðini av tínum persónsupplýsingum og rætta til at umbiðja, at viðgerðin av tínum persónsupplýsingum avmarkast ( serliga um vit ikki eru noydd at viðgerða upplýsingarnar fyri at uppfylla sáttmálamessigar ella lógarmessigar skyldur, sum at viðgerða tínar persónsupplýsingar til beinleiðis marknaðarføringsendamál. Tú kanst taka tít samtykki aftur nær tú vilt, í teim førum har vit hava biðið um tað. Tú kanst taka tað aftur antin við at brúka funkuna í tí viðkomandi produktionum ella serta teg í samband við okkum (hygg undir set teg í samband við okkum niðanfyri)- Um tú biðjur okkum taka aftur títt samtykki til at Reyta viðgerð tínar upplýsingar, vil tað ikki ávirka viðigerðina sum longu er farin fram.

Broytingar í politikki

ÍVF Reyta tilskilar sær rætt til at fremja broytingar í politikkinum, um tað gerst neyðugt. Lóggveving, reglar og vinnugreinar broytast støðugt, og tað sama er galdandi fyri okkara tænastur og virksemi. Tískil kann tørvur verða á dagføra okkara privatlívspolitikk, fyri at avspegla veruleikan sum hann er. Vit almannakunngera møguligar broytingar á hesari síðu og mæla til, at tú javnan heldur. Um so er

Hevur tú spurningar til okkara privatlívspolitikk, kanst tú seta teg í samband við okkum á mail@reyta.fo