Vegleiðing
Nær havi eg heimild at reyta (geva skoðsmál og skriva ummæli)?
Tú kanst reyta tá tú hevur havt eitt veruligt upplivilsi við ein veitara innan fyri seinastu 2 árini. Eitt upplivilsi kann t.d. verða ein telefon samrøða, ein vitjan í einum handli, eitt keyp ella okkurt annað, sum tú hevur gjørt brúk av hjá einari fyritøku. Harumframt mást tú góðtaka viðskiftatreytirnar fyri at reyta.
Lat altið persónsupplýsingar verða í trúnaði
Tá tú reytar og skrivar ummæli, verður innihaldi almannakunngjørt. Tí er tað sera umráðandi, at tú ikki upplýsir persónsupplýsingar hjá nøkrum, ei heldur tær sjálvum. Persónsupplýsingar eru t.d. navn, telefonnummar, bústaður, teldupostbústaður og líknandi upplýsingar, sum kunnu nýtast til at eyðmerkja ein persón.
Tann góði tónin
Vit vóna og ynskja, at brúkarir og fyritøkur vísa virðing fyri hvørjum øðrum. Okkara áheitan er tí, at báðir partar nýta sømiligan málburð, og ikki almannagera innihald ið kann verða skaðiligt, ærumeiðandi, ger mannmun ella er ósiðilgt. Harumframt mást tú taka frástøðu frá at lúgva, kúga, hótta ella gera naka ólógligt.
Goym kvittanir, ella annað prógv fyri títt upplivilsi
Minst til at goyma eitthvørt prógv fyri títt upplivilsi við eina fyritøku. Tað kann verða ein fyrimunir fyri teg, um tú verður biðin um at vátta títt upplivisli. Tað kann t.d. gerast eftir áheitan frá einari fyritøku, ella tá Reyta skipanin fremur góðskuroyndir.