Viðskiftatreytir

Viðskiftatreytir

Hesar viðskiftatreytir eru galdandi fyri nýtslu av tænastuni. Tænastan verður veitt av reyta.fo, Kristiansgøta 41, FO-188 Hoyvík, V-tal 655279, mail@reyta.fo. Við at brúka okkara heimasíðuna (reyta.fo) játtar tú at verða undirlagd/ur viðskiftatreytirnar. Um tú ikki játtar hesar viðskiftatreytir, mæla vit til at tú ikki gert brúk av tænastuni. Skráseting av brúkara krevur títt samtykki av hesum viðskiftiatreytum.

Tænastur á heimasíðuni

1. Skrásettur brúkari

1.1 Fyri at fáa fulla atgongd til tænastuna, skalt tú stovna ein vanga og skráseta teg sum brúkara 1.2 Brúkarin verður skrásettur tá tú ritar inn via Facebook ella Google. Tá hetta er gjørt, verður navn, teldupostbústaður og brúkara ID goymt í skipanini. 1.3 Persónsnavni á Gmail/Facebook kontuni skal verða brúkarans veruliga persónsnavn 1.4 Tað er bert loyvi at upprætta ein vanga pr. persón á heimasíðuni. Vangin er persónligur og má ikki latast øðrum. 1.5 Persónar ið upprætta falskar vangar, verða bannaðir frá at nýta tænastuna 1.6 Tú skalt verða 18 ár ella eldri fyri at gerast skrásettur brúkari 1.7 Tá tú reytar eina fyritøku verður títt navn víst sum avsendari, um tú ikki hevur valt at verða partvíst dulnenvndur. 1.8 Veitarin, ið tú hevur reyta, kann altíð fáa atgongd til títt navn – hóast tú hevur valt at verða partvíst dulnevndur. 1.9 Reyta kann til einhvørja tíð, uttan ávaring og fyrivarni, strika tín vanga og tíni ummæli, um tú ikki yvirheldur viðskiftatreytirnar ella galdandi lóggávu.

2. Brúkaraframleitt innihald

2.1.1 Rættindi til tilfar, upplýsingar, fráboðanir, reytingar, greinar ella annað slag av samskifti framt av skrásettum brúkarum, verður avhenda í breiðasta muni til Reyta. Skrásettir brúkarir eru ikki heimilaðir til samsýning ella nakað annað slag av endurgjaldi í samband við brúkaraframleitt tilfar. 2.1.2 Brúkarar verða ábyrgdaðir fyri tað brúkaraframleidda tilfar, ið teir almannakunngerða á heimasíðuni. 2.1.3 Brúkarar tryggja, at alt brúkaraframleitt tilfar sum verður kunngjørt heimasíðuni, er rætt og sannførandi ella reiðiligt meint 2.1.4 Skrásettir brúkarar mugu ikki almannakunngerða brúkaraframleitt innihald á heimasíðuni sum:

  • Er til marknaðarførings endamál ella av tílíkum slagi.
  • Er ólógligt, stoytandi, villeiðandi, misvísandi, falskt, hóttandi, særandi, eyðmýkjandi, æruskemmandi, ærumeiðandi, skaðaelvandi, ónærisligt, pornografiskt ella ósømiligt.
  • Eru av kynsligum, politiskum ella etniskum niðrandi slag, sum skemmar rættindi hjá øðrum, eisini ognarrættindi.
  • Eru niðrandi ella á nakran hátt bróta galdandi lokalar ella altjóða lógir/ samtyktir.
  • Bróta hesar viðskiftatreytir
  • Hava eitt kappingaravmarkandi ella ólógligt endamál og/ella innihald (ella fremur ólóglig endamál)
  • Er tekniskt skaðiligt

2.1.5 Brúkarir mugu ikki ummæla/reyta fyritøkur/stovnar, sum teir sjálvir starvast hjá

2.1.6 Brúkarir mugu ikki ummæla/reyta fyritøkur, sum eru kappingarneytar hjá fyritøkum sum teir sjálvir starvast hjá

2.1.7 Reyta kann til einhvørja tíð umbiðja upplýsingar um brúkaraframleidda innihaldi frá skrásetta brúkara, herundir skjalprógv, sum stuðla uppundir upplýsingar í tí brúkaraframleidda tilfarinum. Skrásetti brúkarin kann verða spurdur um at skjalprógva, at innihaldi er grundað á eina veruliga keyps ella tænastuuppliving í einari veruligari kundarelatión til tað virkið, sum tað brúkaraframleidda innihaldi vísir til.

2.1.8 Brúkarar, ið framleiða innihald, tryggja í øllum viðurskiftum, at tað brúkaraframleidda innihaldi er lógligt og í tráð við viðskiftatreytirnar. Um Reyta verður kunnað um brúkaraframleitt innihald ið brýtur lóggávu ella viðskiftatreytirnar, kann frammleidda tilfari strikast uttan ávaring. Niðraðu partarnar og/ella myndugleikarnar verða møguliga kunnaðir, treytað av slagið av brotið.

2.1.9 Skrásetti brúkarin skal tryggja at viðskiftatreytirnar verða hildnar, og at Reyta ikki ábyrgdast fyri einhvørjum kravið sum annars kann gerast galdandi.

2.2.1 Reglurnar fyri hvat ein skrásettur brúkari kann skriva er undirlagt viðskiftatreytunum.

Almennar viðskiftartreytir

3. Rættindi

3.1 Innihaldi á heimasíðuni, herundir, men ikki avmarkað til vitborin ognarrættindi, tekst, sermerkir, eyðkennir, grafikkur, ikonir, myndir, útrokningar, ávísingar og ritbúnað, er ogn hjá Reyta ella ein triðjaparts eigara, og er vart av føroyskari ella altjóða lóggávu 3.2 Óheimila avritan, útbreiðsla, framvísing ella onnur nýtsla av heimasíðuni, ella partar av henni, er brot á føroyska lóggávu og kann tí viðføra sivilrættarlig ella straffirættarlig tiltøk. 3.3 Rætturin til ókeypis nýtslu av brúkaraframleidda innihaldi hjá Reyta er óavmarkað av tíð og stað, tá brúkaraframleidda innihaldi verður framt av brúkara. 3.4 Niðurtøka, og onnur talgild avritan av innihaldi á heimasíðuni, ella partar her av, er einans loyvt til persónliga nýtslu, um ikki annað er avtala við Reyta skrivliga. 3.5 Øll virkisnøvn, vørumerkir og virkiseyðkenni á heimasíðuni er ogn hjá Reyta ella triðjaparti, og kann einans brúkast til vinnulig endamál eftir frammanundan fingið loyvi frá Reyta ella triðjaparti.

4. Persónsupplýsingar

4.1 Reyta viðgerð persónsupplýsingar í samband við nýtslu av tænastuni. Viðgerðin av persónsupplýsingum er í tráð við okkara privatlívspolitik. Við at góðtatka viðskiftatreytirnar, játtar tú at tú hevur lisið og góðtikið okkara privatlívspolitik. 5. Ábyrgdarfráskriving og skaðaloysi 5.1 Reyta borgar ikki fyri innihaldinum ella neyvleikanum av brúkaraframleidda tilfarinum. Reyta kann tó til einhvørja tíð, eftir egnari meting og uttan møguligt endurgjaldskrav, strika eitthvørt innihald á heimasíðuni. 5.2 Reyta gjøgnumgongur brúkaraframleitt tilfar áðrenn tað verður almannakunngjørt á heimasíðuni. Reyta kann til einhvørja tíð kanna og tillagað (t.d strika eitt persónsnavn)) brúkaraframleitt tilfar, um tað er neyðugt ísv galdandi lóggávu og viðskiftatreytir. 5.3 Reyta hevur ikki ábyrgd av tí brúkaraframleidda innihaldinum. Ábyrgdaravkanning er galdandi fyri alt brúkaraframleitt innihald, herundir brúkarainnihald ið er umorða av Reyta. 5.4 Reytingar og ummæli av eyðmerktum virkjum og tænastum á heimasíðuni eru bert vegleiðandi. Reyta kann ikki undir nøkrum umstøðum ábyrgdast fyri brúkaraframleitt innihald.

5. Aðrar viðskiftatreytir

6.1 Reyta kann til einhvørja tíð endurskoða/ broyta hesar viðskiftatreytir, og uttan ávaring, lata aftur, broyta ella umskipa heimasíðuna. Sum skrásettur brúkari játtar tú at verða umfataður av teim til einhvørja tíð galdandi viðskiftatreytum. Einhvør endurskoðan ella broyting av viðskiftatreytunum vil verða kunngjørd á heimasíðuni. Teir skrásettu brúkarirnir játta at framhaldandi nýtsla av síðuni eftir eina møguliga kunngerð av broyting í viðskiftatreytum, er ein játtan av teim broyttu viðskiftatreytunum. 6.2 Um nakar partur av hesum viðskiftatreytum skuldi verið viðurkendur sum ólógligur ella uttan rættargildið, ávirkar hetta ikki løgfestingina og handhevjanina av resterandi partinum av viðskiftatreytunum.

6. Gildistíð og uppsøgn

7.1 Reyta kann til einhvørja tíð uppsiga tín rætt at náa og brúka tær tænastur, sum eru tøkar umvegis heimasíðuna, uttan mun til orsøk og uttan ábyrgd. Um tað verður gjørt, ella um tú velur at strika tín vanga, vilja øll rættindi tú hevur fingið fella burtur í stundini.

7. Lógarval og varnating

8.1 Viðskiftatreytirnar eru undirlagdar føroyska lóggávu og uttan so at annað er tilskila, eru føroyskar rættarreglur galdandi í einhvørjum innanhýsis viðurskiftum millum Reyta og brúkarirnir av heimasíðuni. Eitthvørt trætumál og ósemjur skulu leggjast fyri dómstólin í tí rættardømi har Reyta hoyrir til.